Leys størv
Miðgarður søkir eftir námsfrøðingum til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Harumframt søkja vit eisini eftir avloysarum at byrja beinanvegin.
Um teg
Vit leita eftir námsfrøðingum, sum:
hava serligan áhuga fyri náttúruni og síggja møguleikar í at nýta náttúruna og nærveru í gerandisdegnum sum grundarlag fyri spæl, læring og relatiónir.
ynskja at vera við til at menna eitt tryggt og stimbrandi umhvørvi, har børn trívast, kenna seg vird og fáa møguleika at mennast sosialt, kensluliga og námsfrøðiliga, í einum gerandisdegi merktum av vinsemi og felagsskapi.
Um Miðgarð Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági, staðsettur í einum vøkrum og livandi náttúruøki. Fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru okkara nærmastu grannar og geva okkum serstakliga góðar møguleikar at brúka náttúruna sum ein virknan og natúrligan part av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Dagstovnurin fevnir um:
3 vøggustovur
3 barnagarðstovur
1 stovu til 6 ára gomul
1 serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu
Um starvið Sum námsfrøðingur í Miðgarði verður tú partur av einum fakliga sterkum og mennandi arbeiðsumhvørvi. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið arbeiðir miðvíst og støðugt við at menna okkara námsfrøðiligu hugsan og praksis.
Vit leggja stóran dent á at skipa gerandisdagin soleiðis, at hann rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini. Grundarlagið undir okkara arbeiði er okkara virkisætlan, relatiónir og eitt barnasýn, har barnið og familjan eru í miðdeplinum.
Miðgarður er partur av trýára verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, í samstarvi við aðrar stovnar og skúlar í Vágum, har dentur verður lagdur á at nýta nýggjastu vitanina í verki.
Vit vænta, at tú:
ert útbúgvin námsfrøðingur.
ert nærverandi og dugir at skapa góðar og virðandi relasjónir við børn, foreldur og starvsfelagar.
hevur eitt barnasýn og eina námsfrøðiliga hugsan, ið samsvarar við okkara virðisgrundarlag.
hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir.
tekur ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
hevur áhuga fyri at vera partur av einum lærandi stovni og ynskir at menna bæði teg sjálvan og stovnin fakliga.
Løn og setanarviðurskifti Arbeiðstíðin er millum kl. 7.15 og 16.30.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Námsfrøðingar verða løntir sambært lønarstiga 11–24.
Um útbúnir námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í fyribils starv.
Meira kunning Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við leiðaran, Majbritt Poulsen, á tlf. 794 510.
Les meira um okkum á www.midgardur.fo og www.vaga.fo.
Umsókn Umsókn verður send við at klikkja á Søk nú á høgru síðu.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 05. januar 2026.
Miðgarður leitar eftir námsfrøðingum, sum veruliga brenna fyri at arbeiða við børnum og at skapa eitt trygt, mennandi og vinarligt umhvørvi. Hevur áhuga fyri náttúruni og hugsar um, hvussu náttúran og nærvera í gerandisdegnum kunnu verða nýttar sum grundarlag fyri spæl, læring og relatiónum. Ynskir at vera við til at menna eitt umhvørvi, har børn trívast, kenna seg vird, fáa møguleika at mennast bæði sosialt, kensluliga og námsfrøðiliga – í einum gerandisdegi merktum av vinsemi og felagsskapi. So er hetta starvið fyri teg!
Vit søkja eftir námsfrøðingi til barnagarðstovu, at byrja sum skjótast og eftir námsfrøðingum at byrja hálvan novembur, ella eftir nærri avtalu.
Eisini søkja vit eftir avloysarum at byrja beinavegin.
Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, eina stovu til 6 ára gomul og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.
Um starvið:
Sum námsfrøðingur í Miðgarði fært tú møguleikan at arbeiða í einum fakliga sterkum og mennandi umhvørvi. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið støðugt arbeiðir við at menna okkara námsfrøðiligu hugsanir og praksis.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á at skipa dagligdagin soleiðis, at hann rúmar øllum børnum – heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini. Grundarlagi undir okkara arbeiði er okkara virkisætlan, okkara relatiónir, og ein barnafatan, ið setur barnið og familjuna í miðdepilin.
Vit vænta at:
Tú ert útbúgvin námsfrøðingur
Tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar relasjónir við børn, foreldur og starvsfelagar
Tú hevur eitt barnasýn og eina námsfrøðiliga hugsan, ið samsvarar við okkara virðisgrundarlag
Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
Tú tekur ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
Tú hevur hug at vera partur av einum lærandi stovni, og vil menna bæði teg sjálvan og stovnin fakliga
Okkara umhvørvi
Miðgarður er staðsettur í einum vøkrum og livandi náttúruøki, har fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru okkara nærmastu grannar. Hetta gevur okkum serstakliga góðar møguleikar at brúka náttúruna sum ein virknan part av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Vit eru partur av 3 ára verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øðrum stovnum og skúlum í Vágum, har vit leggja dent á at brúka nýggjastu vitanina í verki.
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er millum kl. 7:15 og 17:00. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.
Meira at vita um størvini fæst við at ringja
Ring til leiðaran Majbritt Poulsen á tlf. 794510, ella vitja okkara heimasíður www.midgardur.fo og www.vaga.fo.
Umsókn
Søk starvið við at klikkja á Søk nú knappin á høgru síðu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2025.
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til eitt spennandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett 11. august 2025 ella skjótast møguligt eftir hettan. Møguleiki er fyri færri tímum um vikuna.
Um Smílikulluna
Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsið hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í bygdaskúlanum í Miðvági.
Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er, at bjóða virksemi sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, og sum er sigandi og ógloymandi.
Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit verkstaðsarbeiði, og bjóða vit náttúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og eitt uttandura verkstað.
Vit vænta
At tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum, er kreativ/ur, og torir at hugsa nýtt
At tú ert fleksibul, hevur eitt gott hugflog, dugir at hugsa í loysnum og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna
At tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, ið fremja barnsins bestu menning
At tú hevur hug og áræði, at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
At tú hevur vitan og/ella áhuga fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar
At tú hevur ein burðardyggan og náttúruvinarligan hugburð
At tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum námsfrøðiligt amboð
Vit kunnu bjóða tær
Eitt fakligt mennandi starv á einum stovni í menning, við nýhugsan og nýggjari visjón
Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og hava ávirkan, samstundis sum tú mennir teg sjálva/n
Eitt starv við ymiskum verkætlanum, ið er í tøttum samstarvi við aðrar myndugleikar á økinum
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 11 - kl. 17:00 í Smílikulluni.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2- 8.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Umsókn
Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV), barnaváttan og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi fríggjadagi 11.07.2025, við at trýsta á SØK NÚ knappin.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dinu Splidt leiðara, á tlf 794540 ella á við at skriva til dina@vaga.fo.
Hevur tú hjarta fyri børnunum og elskar tú at arbeiða í nærumhvørvi, har náttúra, nærvera og relasjónir eru í fremstu røð? So er hetta starvið fyri teg!
Vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovur, barnagarðstovur og serstovu í Miðgarði, til at byrja tann 1. juli ella eftir nærri avtalu.
Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági við uml. 108 børnum. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, eina stovu til 6 ára gomul og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.
Um starvið
Sum námsfrøðingur í Miðgarði fært tú møguleikan at arbeiða í einum fakliga sterkum og mennandi umhvørvi. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið støðugt arbeiðir við at menna okkara námsfrøðiligu hugsanir og praksis.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á at skipa dagligdagin soleiðis, at hann rúmar øllum børnum – heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini. Hetta gera vit við at arbeiða út frá okkara virkisætlan, relasjónum, nærveru og einum barnasýni, ið setur barnið og familjuna í miðdepilin.
Vit vænta av tær:
Tú ert útbúgvin námsfrøðingur
Tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar relasjónir við børn, foreldur og starvsfelagar
Tú hevur eitt barnasýn og eina námsfrøðiliga hugsan, ið samsvarar við okkara virðisgrundarlag
Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
Tú tekur ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
Tú hevur hug at vera partur av einum lærandi stovni, og vil menna bæði teg sjálvan og stovnin fakliga
Okkara umhvørvi
Miðgarður liggur í vøkrum og virknum náttúruumhvørvi við fjøllum, fjøru, viðarlund og áum sum okkara nærmastu grannum. Hetta gevur okkum serliga góðar møguleikar at nýta náttúruna sum part av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Vit eru partur av 3 ára verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øðrum stovnum og skúlum í Vágum, har vit leggja dent á at brúka nýggjastu vitanina í verki.
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er millum kl. 7:15 og 17:00. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.
Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja.
Meira at vita?
Ring til leiðaran Majbritt Poulsen á tlf. 794510, ella vitja okkara heimasíður www.midgardur.fo og www.vaga.fo.
Umsókn
Søk starvið við at klikkja á Søk nú á høgru síðu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. Juni 2025.
Vága kommuna søkir eftir einum fólki til reingerð, at byrja skjótast gjørligt.
Starvið
Starvið inniber reingerð av dagstovninum Sóljugarði í Sandavági. Talan er um reingerð 3 tímar um dagin, eftir kl. 17.00.
Førleikakrøv
Vit vænta av tær, at tú:
Hevur royndir við reingerðararbeiði.
Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
Ert røkin og arbeiðssom/samur.
Løn og setanartreytir
Starvið er tímalønt og verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tímatalið er 15 tímar um vikuna, og øll reingerð er um kvøldi, møguleiki kann verða fyri fleiri tímum. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar koma fyri í starvinum.
Soleiðis søkir tú
Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing og viðmæli. Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Rógva Jacobsen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405 ella á teldupost rogvi@vaga.fo.
Freistin at søkja starvið
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. januar 2025. Setanarsamrøður verða hildnar leypandi.
Virkishúsið við ánna leitar eftir einari eldsál við kreativari tilgongd at arbeiða saman við okkum. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 1. januar 2025 til 1. juli 2025, við 25 arbeiðstímum um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um dag-, seinnapart-, kvøld- og vikuskiftisvaktir.
Um Virkishúsið við ánna
Virkishúsið er eitt klubtilboð til børn og ung, sum bjóðar ein frístað við nærverandi og empatiskum vaksnum. Vit hava opið gerandisdagar, um kvøldarnar og leygarkvøld og bjóða eina breiða skrá við tiltøkum, verkstovum og øðrum virksemi fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár. Vit hava eisini Garasjuna, eitt serligt kvøldartilboð.
Tín leiklutur
Sum starvsfólk í Virkishúsinum verður tú partur av einum lítlum, samansjóðaðum toymi, ið arbeiðir við at skapa eina fjølbroytta og virkna dagsskrá. Tú fert at samstarva við børn og ung um at menna teirra hugskot og geva teimum íblástur.
Vit leggja dent á, at tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning sum tín útbúgving. Tí seta vit ikki krøv um ávísa útbúgving.
Vit vænta, at tú:
Brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum og megnar at skapa jaligar relasjónir, sum stimbra teirra sjálvsálit
Ert fyrikomandi, opin og forvitin í samskiftinum við børn og ung
Dugir at uppsøkja og seta í gongd stuttligar og mennandi verkætlanir, samstundis sum tú eggjar teimum ungu at brúka sítt hugflog
Torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi, fjølbroytt og mennandi starv, har tú hevur møguleika fyri at ávirka innihaldið í virkseminum hjá Virkishúsinum.
Løn og setanartreytir
Setanarstaðurin er í Vága kommunu, og tann setti skal tola, at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.
Setanar- og lønarviðurskifti verða sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Soleiðis søkir tú
Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møgulig viðmæli.
Freist at søkja
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. desember 2024 kl. 12.
Meira kunning
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Margaret Ludvig Kjelnæs, virkandi leiðara, á telefon +298 79 44 61 ella teldupost margaret@vaga.fo.
Vága kommuna søkir eftir reingerðarfólkum til stovnin Miðgarð, at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er vanliga eftir kl. 16.00, áleið tríggjar tímar hvønn dag.
Vit vænta av tær, at tú:
· Hevur royndir við reingerðararbeiði.
· Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
· Ert røkin og ábyrgdarfull/ur.
Løn og setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsstaðurin er í Miðgarði, men tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum og starvsstaðnum.
Umsókn og nærri upplýsingar
Søk við at klikkja á SØK NÚ knøttin á høgru síðu við at senda umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum.
Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Rógva Jacobsen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405 ella á teldupost rogvi@vaga.fo.
Freistin at søkja starvið
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. september 2024.
Frítíðarskúlin Smílikullan søkir eftir kreativum eldsálum.
Talan er um størv á 20 - 30 tímar, eisini er tað ein møguleiki at fáa fleiri tímar í samstarv við Virkishúsið við Ánna. Arbeiðstíðin er sum oftast í tíðarskeiðinum frá kl. 11-17. Smílikullan er eitt frítíðarskúlatilboð til børn í 1. og 2. flokki.
Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í Bygdaskúlanum í Miðvági.
Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er at bjóða virksemi, sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, ið er sigandi og ógloymandi.
Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit barnsins hugflog og tørv. Hetta gera vit við at hava ymisk verkstøð, sum skal hjálpa teimum at fáa teirra hugflog út í verki.
Starvið og førleikar:
Sum starvsfólk verður tú partur av einum starvsfólkatoymi, ið skal skipa ein virknan og fjølbroyttan dag í Smílikulluni. Saman við børnunum, er tú við til at menna teirra hugskot og geva teimum íblástur.
Tínir eginleikar og tín persónligheit hava líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving. Ymiskar útbúgvingar og royndir kunnu vera viðkomandi.
Tað hevur týdning fyri okkum at:
· Tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnunum
· Tú ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børn
· Tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar børnunum til sjálvi at brúka sítt hugflog
· Tú torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika
Vit kunnu bjóða:
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, við møguleika til at ávirka innihaldi í Smílikulluni.
Løn og setanartreytir:
Setanarstaðurin er í Vága kommunu og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn og nærri upplýsingar:
Søk starvið við at klikkja á Søk nú knøttin á høgru síðu.
Ynskir tú meira kunning um starvið, kann tú seta teg í samband við Dinu Splidt, leiðara á tlf.: +298 79 45 40 ella teldupost dina@vaga.fo
Freistin at søkja:
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. juni 2024. Starvið verður sett skjótast, ella eftir nærri avtalu.
Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum.
Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.
Vit hava seinasta árið verið í dygdarmenningar tilgongd har endamálið var at framtíðar og tænastutryggja alt okkara heildartilboð. Vit ynsktu, at skapa forsøgni og samanhang, so tað verður lættari at vera barn, foreldur og starvsfólk. Í tilgongdini er ein dygdarhondbók skjalfest, sum skal tryggja eina felagsútinnan av heildartilboðnum. Náttúra, endurnýtsla og burðardygd fyllir eisini nógv í okkara arbeiði, sum vit hava fingið virðisløn fyri. Les meira um okkara námsfrøðiligu arbeiðshættir og amboð á www.midgardur.fo.
Vit søkja eftir námsfrøðingi til vøggustovu og barnagarð.
Í Miðgarði ganga 122 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, ein stovu til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.
Eisini søkja vit eftur námsfrøðingi til serstovuna. Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.
Vit vænta, at tú:
· Ert útbúgvin námsfrøðingur
· Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir
· Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
· Góð samstarvs- og samskiftisevnir
· Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin
· At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á
lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8
Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo. Meira fæst at vita um
størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara á tlf. 794520.
Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum tilvísingum, skal verða
okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. mai 2024.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin »Søk nú« í høgra bredda.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.