Leys størv
Hevur tú útbúgving innan sernámsfrøði ella stóran áhuga fyri økinum og ynskir tú at arbeiða í einum fakliga sterkum og tvørfakligum umhvørvi, har tú kanst gera ein veruligan mun?
Norðurstova er ein serstova, og umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu og veitir námsfrøðiligan stuðul til børn við ymiskum tørvi.
Um starvið
Í Norðurstovu arbeiða vit út frá tí sannføring, at øll børn hava rætt til eitt mennandi og inkluderandi umhvørvi, har tey verða møtt við virðing, nærveru og fakligari vitan.
Arbeiðið byggir á fakligar metingar, virkisætlanir og greið menningarmál fyri einstaka barnið. Vit leggja dent á eina fyribyrgjandi og styrkjandi tilgongd. Vit byggja tryggar relatiónir, skapa skipað læringsumhvørvi og styrkja samskifti, luttøku, sjálvbjargni og sosialar førleikar hjá barninum.
Tú verður partur av einum tvørfakligum samstarvi við leiðslu, foreldur og aðrar fakbólkar, har tit í felag finna bestu loysnirnar fyri barnið.
Vit vænta, at tú
ert útbúgvin námsfrøðingur við eftirútbúgving í sernámsfrøði
hevur áhuga fyri ella royndir innan sernámsfrøðiliga økið
dugir at arbeiða skipað við málum og virkisætlanum
hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
ynskir at menna teg og sernámsfrøðiliga arbeiðið í Vága kommunu
Um eingin námsfrøðingur søkir, kunnu umsøkjarar við aðrari viðkomandi útbúgving og royndum innan økið eisini koma í meting.
Vit bjóða
eitt spennandi og mennandi starv
eitt arbeiðspláss við høgum námsfrøðiligum ambitiónum
góða innleiðslu og regluliga fakliga sparring
starvsfelagar, sum leggja dent á samstarv og trivnað
Miðgarður er ein lærandi stovnur, har vit deila vitan og læra hvør av øðrum.
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7.15 og 16.30. Løn verður veitt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Majbritt Poulsen, á tlf. 794510 ella við at vitja www.midgardur.fo og www.vaga.fo.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á “Søk nú”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hóadagin 29. oktober 2026.
Vit søkja eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum starvsfólki til umsitingina. Talan er um fjølbroytt starv, har tú verður partur av dagliga arbeiðinum á kommunuskrivstovuni.
Tú verður eitt av andlitunum úteftir hjá kommununi og kemur at hava ein týðandi leiklut í gerandis samskiftinum við okkara borgarar, vinnulív, stovnar og almennar myndugleikar.
Vit leggja dent á, at tú er fyrikomandi, tænastusinnað/ur, skipað/ur og leggur teg eftir at skipa gott samskifti við allar viðkomandi partar.
Arbeiðið
Arbeiðið fevnir millum annað um
Móttøku og gerandis samskifti við borgarar, vinnu, stovnar og myndugleikar
Journalisering og skjalaviðgerð
Avgreiða og fylgja upp í málum og samskifti
Bókhaldsuppgávur
Aðrar fyrisitingarligar uppgávur, ið hoyra móttøkuni og fíggjardeildini til.
Vit vænta, at tú
Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og trívist í gerandis samskiftinum við fólk.
Tú er greið/ur og álítandi í samskiftinum bæði munnliga og skrivliga og hevur ein professionellan og jaligan hugburð í øllum samskiftinum.
Tú hevur góð samstarvsevni, arbeiðir skipað og sjálvstøðugt við nærlagni í hásæti, tá tað kemur til journalisering og at handfara upplýsingar við neyðugum trúnaði.
Viðkomandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir innan fyrisiting og journal saman við góðum telduførleikum eru ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett frá 1. desember 2026 ella eftir nærri avtalu.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsfelagið.
Arbeiðsstaðurin er á kommunuskrivstovuni í Sandavági.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á "Søk nú". Umsókn saman við viðkomandi prógvum og upplýsingum um útbúgving og starvsroyndum skulu vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 26.10.2026.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Kruse, fíggjarleiðara, á telefon 794407.
Brennir tú fyri mentan, trivnaði og góðum upplivingum? Dugir tú at gera hugskot til veruleika? Vága kommuna søkir eftir mentanarsamskipara í farloyvisstarv.
Vit leita eftir einum eldhugaðum og vælskipaðum mentanarsamskipara, sum vil vera við til at menna mentanar- og trivnaðarvirksemið í Vága kommunu. Sum mentanarsamskipari verður tú ein týðandi partur av arbeiðinum at skapa, samskipa og miðla mentanarlig tiltøk og trivnaðarfremjandi átøk.
Arbeiðsuppgávur:
- hugskotsmenning og menning av mentanarátøkum
- fyriskipan og samskipan av tiltøkum
- ábyrgd fyri og stýring av mentanarárshjólinum
- samskifti og samstarv við borgarar, feløg, fyriskiparar og aðrar viðkomandi partar
- miðlan av tiltøkum og virksemi til borgarar
- at samskipa átøk sum Undurfagri mai og fjølmentanarvikuna
- aðrar umsitingarligar uppgávur innan trivnaðar- og mentanarøkið eftir tørvi
Vit leita eftir tær, sum:
- brennir fyri mentan og trivnaði
- dugir at gera hugskot til veruleika
- ert vælskipað/ur og arbeiðir skipað fram í tíð
- hevur gott eyga fyri smálutum og samstundis dugir at hugsa langsiktað
- tekur ábyrgd fyri uppgávum og tiltøkum
- trívist í einum starvi við nógvum samskifti og samstarvi
- hevur áhuga fyri menning og strategiskum arbeiði innan trivnaðar- og mentanarøkinum
- dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
Førleikakrøv:
- hevur viðkomandi útbúgving
- ert væl fyri í føroyskum, norðurlendskum máli og enskum, bæði í skrift og talu
- hevur politiskt tev og skil fyri at arbeiða í einari politiskt stýrdari skipan
- hevur royndir innan ráðgeving og samskipan, helst á mentanar- og trivnaðarøkinum
- hevur góðar telduførleikar
Royndir frá almennari fyrisiting kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú fært møguleika at arbeiða við fólki, hugskotum og verkætlanum, sum hava týdning fyri trivnaðin og mentanarliga lívið í kommununi. Tú verður partur av einari jaligari umsiting við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning.
Um starvið:
Starvið er skipað undir trivnaðardeildini. Talan er um eitt hálvtíðarstarv, sum er tíðaravmarkað til 30. juni 2027. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi í sambandi við tiltøk og virksemi. Løn og setanartreytir sambært sáttmala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarandi yrkisfelag.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsókn og nærri upplýsingar:
Søk starvið við at trýsta á „Søk nú“. Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. september 2026.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dortheu Højgaard Dam, trivnaðarleiðara, telefon 79 44 45.
Hevur tú hug at vera við til at skapa mentan, trivnað og góðar upplivingar í Vága kommunu? So vilja vit fegin hoyra frá tær.
Vága kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki til vegadeildina og tekniska økið hjá kommununi. Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv við starvsbyrjan skjótast tilber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um lendis- og leiðingsarbeiði, viðlíkahald av vegum o.l., umframt annað fyrifallandi arbeiði hjá kommununi.
Hevur tú koyrikort til bólk C og førleikar at koyra stórar maskinur, er tað ein fyrimunur. Tú kanst tá eisini gerast partur av kavaruddingartoyminum. Møguleiki er fyri upplæring sum maskinførari.
Vit vænta, at tú
ert røkin, álítandi og arbeiðssom/-samur
hevur góð samstarvsevni
dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
ert sinnað/ur at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, tá ið tað er neyðugt
Vit bjóða tær
góð og skipað arbeiðsviðurskifti
nútímans amboð og útgerð
fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
møguleika fyri upplæring og menning
Løn og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Setanarstaðurin er Vága kommuna, og tann, sum verður settur, má tola broytingar í arbeiðsuppgávunum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vága kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á „Søk nú“. Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. september 2026. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Jacobsen, á telefon 79 44 05.
Vága kommuna søkir eftir húsavørði til húsavarðartænastuna. Talan er um eitt fulltíðarstarv við starvsbyrjan skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Sum húsavørður kemur tú at hava fjøltáttaðar uppgávur í sambandi við rakstur og viðlíkahald av ognum hjá Vága kommunu.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:
umsjón og dagligan rakstur av kommunalum bygningum
viðlíkahald og smærri ábøtur
røkt av økjunum kring bygningarnar
eftirlit við bygningum og tekniskum skipanum
samstarv við starvsfólk, veitarar og onnur, sum nýta bygningarnar
Tá tørvur er á tí, kann húsavørðurin eisini verða biðin um at hjálpa til við øðrum uppgávum á tekniska økinum hjá kommununi.
Vit vænta, at tú
ert handverkari ella hevur viðkomandi praktiskar royndir og gott handalag
ert røkin og vælskipað/ur í arbeiðinum
dugir sjálv/ur at síggja, hvar ábøtur krevjast, og tekur stig til at fáa arbeiðið gjørt
dugir at loysa trupulleikar og arbeiða sjálvstøðugt
ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva við starvsfólk, borgarar og onnur
ert sinnað/ur at átaka tær ymiskar uppgávur, tá tørvur er á tí
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv við starvsbyrjan skjótast til ber. Húsavørðurin verður partur av húsavarðartænastuni, sum er skipað undir Teknisku deild.
Arbeiðsuppgávurnar kunnu broytast í samsvari við tørvin hjá kommununi.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna ella Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á „Søk nú“. Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. september 2026.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Jacobsen, tekniskan leiðara, á telefon 794405.
Virkishúsið við Ánna er eitt livandi, skapandi og fjølbroytt frítíðartilboð fyri børn og ung – ein frístaður, har nærvera, álit og góð sambond eru í miðdeplinum. Við felagsskapi, virksemi og nærverandi vaksnum skapa vit góðar karmar fyri trivnaði, menning og lívsgleði.
Hjá okkum er altíð okkurt á skránni. Virkishúsið er opið gerandisdagar, um kvøldið og leygarkvøld, og vit bjóða eina fjølbroytta viftu av verkstovum, tiltøkum og virksemi fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár.
Nú søkja vit eftir tveimum starvsfólkum til serøkið í Virkishúsinum. Á serøkinum arbeiða vit við børnum og ungum, sum hava tørv á eyka stuðli og tillagingum. Endamálið er at skapa tryggar og inkluderandi karmar, har børn og ung kunnu vera við í felagsskapinum á egnum fortreytum. Vit taka støði í styrkjunum hjá hvørjum einstøkum og arbeiða fyri, at øll fáa møguleika at luttaka, trívast og mennast.
Vit leita eftir fólki, sum hava viðkomandi útbúgving, eru undir útbúgving ella hava áhuga og hug at arbeiða við børnum og ungum, sum hava tørv á eyka stuðli.
Talan er um tvey tíðaravmarkað størv á 25–30 tímar um vikuna fram til miðjan juli 2027. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um seinnapartar, kvøld og vikuskifti.
Starvið
Sum starvsfólk á serøkinum ert tú ein virkin partur av gerandisdegnum í Virkishúsinum. Tú stuðlar børnum og ungum í at vera við í virkseminum og felagsskapinum og arbeiðir við at skapa tryggar, greiðar og inkluderandi karmar.
Tú lagar virksemið eftir ymiskum førleikum, áhugamálum og tørvi og ert við til at finna loysnir, sum gera luttøku møguliga hjá tí einstaka. Tú verður eisini við til at seta tiltøk og virksemi í gongd og stuðla børnunum og teimum ungu í teirra áhugamálum og hugskotum.
Tín persónligheit og tínir eginleikar hava stóran týdning. Viðkomandi útbúgving og royndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað avgerandi er, at tú hevur hug og førleikar at arbeiða við børnum og ungum, sum hava tørv á eyka stuðli, og ert sinnað/ur at læra og menna teg í starvinum.
Tað hevur týdning fyri okkum, at tú:
brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum
dugir at skapa tryggleika, álit og góð sambond
sært møguleikarnar og styrkirnar hjá hvørjum einstøkum barni
hevur tol og dugir at møta børnum og ungum við virðing og umsorgan
dugir at laga virksemið, so øll fáa møguleika at vera við
hevur hug og førleikar at arbeiða inkluderandi og dugir at laga virksemið, so børn og ung við ymiskum fortreytum kunnu vera virkin í felagsskapinum
ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti
dugir at taka stig til virksemi og samstundis geva rúm fyri hugskotunum hjá børnunum og teimum ungu
torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika
dugir at samstarva við starvsfelagar, foreldur og onnur, sum eru um børnini og tey ungu
Vit bjóða tær
Vit bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, har eingin dagur er eins. Tú fært møguleika at seta tín dám á innihaldið í Virkishúsinum og vera við til at skapa tryggar og inkluderandi karmar, har børn og ung kunnu luttaka, trívast og mennast á egnum fortreytum.
Arbeiðsmentanin í Virkishúsinum er eyðkend av nærveru, opinleika og góðum samstarvi. Vit leggja dent á ein gerandisdag, har starvsfólk taka felags ábyrgd, stuðla hvørjum øðrum og skapa eina arbeiðsgongd, har fakligheit, fleksibilitetur og virðing fyri tí einstaka ganga hond í hond.
Tú fært góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga í starvinum. Vit leggja dent á eina lærandi arbeiðsmentan, har tú fært stuðul frá starvsfeløgum og leiðslu, og har vit saman menna okkara arbeiðshættir, so vit kunnu skapa bestu karmarnar fyri børnini og tey ungu.
Løn og setanartreytir
Setanarstaðurin er í Vága kommunu, og tann setti má tola, at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.
Setanar- og lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn og nærri upplýsingar
Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV) og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi hósdagin 3. september við at trýsta á SØK NÚ-knøttin.
Ynskir tú meira kunning um størvini, kanst tú seta teg í samband við Margaret L. Kjelnæs, leiðara, á telefon 79 44 61.
Størvini verða sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Vága kommuna søkir eftir einum starvsfólki til køkin í Sóljugarð í Sandavági at byrja 10. august 2026. Talan er um eitt 20 tíma starv.
Um Sóljugarð
Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu í Sandavági. Á stovninum eru umleið 80 børn. Børnini hava vanliga matpakka við, men mánadagar fáa tey miðmála frá stovninum. Harumframt verður millummáli bjóðaður hvønn dag.
Vága kommuna arbeiðir eftir einum kostpolitikki, sum hevur til endamáls at stuðla undir trivnað, heilsu og menning hjá børnum. Dentur verður lagdur á heilsugóðan og fjølbroyttan kost, og sum starvsfólk verður tú ein týdningarmikil partur av hesum arbeiði.
Arbeiðsuppgávur
Sum starvsfólk í Sóljugarði fert tú at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum av køkinum. Arbeiðið fevnir m.a. um at fyrireika og framleiða millummála til børnini hvønn gerandisdag og miðmála eina ferð um vikuna. Harumframt fert tú at standa fyri innkeypi av mati og øðrum tilfari til køkin, gera matarskrá og tryggja, at mattilboðið er heilsugott, fjølbroytt og í samsvari við kostpolitikkin hjá Vága kommunu.
Tú fert eisini at hava ábyrgd av at halda køkin og tilhoyrandi arbeiðsøki rein og ruddilig, umframt at fyrireika mat til serlig høvi og tiltøk á stovninum.
Vit vænta, at tú
er útbúgvin føðsluatstøðari ella líknandi
hevur áhuga fyri kosti, heilsu og góðum matvanum hjá børnum
sært týdningin av at bjóða heilsugóðan og fjølbroyttan kost
hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
ert fleksibul/-ur og megnar at laga teg til broytingar í gerandisdegnum
ert røkin, álítandi og arbeiðssom/-samur
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV) og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi mánadagin 06. juli 2026 við at trýsta á SØK NÚ-knøttin.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Barbaru Joensen, virkandi leiðara, á telefon 794456 ella við telduposti á barbaraj@vaga.fo.