Námsfrøðingar til Miðgarð
Miðgarður søkir eftir námsfrøðingum til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Harumframt søkja vit eisini eftir avloysarum at byrja beinanvegin.
Um teg
Vit leita eftir námsfrøðingum, sum:
hava serligan áhuga fyri náttúruni og síggja møguleikar í at nýta náttúruna og nærveru í gerandisdegnum sum grundarlag fyri spæl, læring og relatiónir.
ynskja at vera við til at menna eitt tryggt og stimbrandi umhvørvi, har børn trívast, kenna seg vird og fáa møguleika at mennast sosialt, kensluliga og námsfrøðiliga, í einum gerandisdegi merktum av vinsemi og felagsskapi.
Um Miðgarð Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági, staðsettur í einum vøkrum og livandi náttúruøki. Fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru okkara nærmastu grannar og geva okkum serstakliga góðar møguleikar at brúka náttúruna sum ein virknan og natúrligan part av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Dagstovnurin fevnir um:
3 vøggustovur
3 barnagarðstovur
1 stovu til 6 ára gomul
1 serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu
Um starvið Sum námsfrøðingur í Miðgarði verður tú partur av einum fakliga sterkum og mennandi arbeiðsumhvørvi. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið arbeiðir miðvíst og støðugt við at menna okkara námsfrøðiligu hugsan og praksis.
Vit leggja stóran dent á at skipa gerandisdagin soleiðis, at hann rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini. Grundarlagið undir okkara arbeiði er okkara virkisætlan, relatiónir og eitt barnasýn, har barnið og familjan eru í miðdeplinum.
Miðgarður er partur av trýára verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, í samstarvi við aðrar stovnar og skúlar í Vágum, har dentur verður lagdur á at nýta nýggjastu vitanina í verki.
Vit vænta, at tú:
ert útbúgvin námsfrøðingur.
ert nærverandi og dugir at skapa góðar og virðandi relasjónir við børn, foreldur og starvsfelagar.
hevur eitt barnasýn og eina námsfrøðiliga hugsan, ið samsvarar við okkara virðisgrundarlag.
hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir.
tekur ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
hevur áhuga fyri at vera partur av einum lærandi stovni og ynskir at menna bæði teg sjálvan og stovnin fakliga.
Løn og setanarviðurskifti Arbeiðstíðin er millum kl. 7.15 og 16.30.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Námsfrøðingar verða løntir sambært lønarstiga 11–24.
Um útbúnir námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í fyribils starv.
Meira kunning Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við leiðaran, Majbritt Poulsen, á tlf. 794 510.
Les meira um okkum á www.midgardur.fo og www.vaga.fo.
Umsókn Umsókn verður send við at klikkja á Søk nú á høgru síðu.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 05. januar 2026.