fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Námsfrøðingar til Miðgarð

Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum. 

 

Vit hava seinasta árið verið í dygdarmenningar tilgongd har endamálið var at framtíðar og tænastutryggja alt okkara heildartilboð. Vit ynsktu, at skapa forsøgni og samanhang, so tað verður lættari at vera barn, foreldur og starvsfólk. Í tilgongdini er ein dygdarhondbók skjalfest, sum skal tryggja eina felagsútinnan av heildartilboðnum. Náttúra, endurnýtsla og burðardygd fyllir eisini nógv í okkara arbeiði, sum vit hava fingið virðisløn fyri.  Les meira um okkara námsfrøðiligu arbeiðshættir og amboð á www.midgardur.fo.

 

Vit søkja eftir námsfrøðingi til vøggustovu og barnagarð.

Í Miðgarði ganga 122 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, ein stovu til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Eisini søkja vit eftur námsfrøðingi til serstovuna. Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.

Vit vænta, at tú:

 

·         Ert útbúgvin námsfrøðingur

·         Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir

·         Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag

·         Góð samstarvs- og samskiftisevnir 

·         Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin

·         At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

 

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya

Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á

lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8

 

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo. Meira fæst at vita um

størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara á tlf. 794520.

Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum tilvísingum, skal verða

okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. mai 2024.

 

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin »Søk nú« í høgra bredda.

 

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

 

Lagt út tann
13. mai 2024
Starv
Námsfrøðingar til Miðgarð
Starvsheiti
Námsfrøðingar til Miðgarð
Virki
Vága kommuna
Deild
Miðgarður
Umsóknarfreist
24. mai 2024
Byrjunardagur
01. aug. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor