fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Reingerðarfólk til Vága kommunu

Vága kommuna søkir eftir einum fólki til reingerð, at byrja skjótast gjørligt.

 

Starvið

Starvið inniber reingerð av dagstovninum Sóljugarði í Sandavági. Talan er um reingerð 3 tímar um dagin, eftir kl. 17.00.

 

Førleikakrøv

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur royndir við reingerðararbeiði.

  • Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.

  • Ert røkin og arbeiðssom/samur.

 

Løn og setanartreytir

Starvið er tímalønt og verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tímatalið er 15 tímar um vikuna, og øll reingerð er um kvøldi, møguleiki kann verða fyri fleiri tímum. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar koma fyri í starvinum. 

 

Soleiðis søkir tú 

Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing og viðmæli. Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Rógva Jacobsen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405 ella á teldupost rogvi@vaga.fo.

 

Freistin at søkja starvið

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. januar 2025. Setanarsamrøður verða hildnar leypandi.

Lagt út tann
07. jan. 2025
Starv
Reingerð
Starvsheiti
Reingerðarfólk til Vága kommunu
Virki
Vága kommuna
Deild
Reingerð
Umsóknarfreist
21. jan. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor