fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Reingerðarfólk til Miðgarð

Vága kommuna søkir eftir reingerðarfólkum til stovnin Miðgarð, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðin er vanliga eftir kl. 16.00, áleið tríggjar tímar hvønn dag.

 

Vit vænta av tær, at tú:

·         Hevur royndir við reingerðararbeiði.

·         Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.

·         Ert røkin og ábyrgdarfull/ur.

 

Løn og setanartreytir

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsstaðurin er í Miðgarði, men tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum og starvsstaðnum.

 

Umsókn og nærri upplýsingar

Søk við at klikkja á SØK NÚ knøttin á høgru síðu við at senda umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum.

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Rógva Jacobsen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405 ella á teldupost rogvi@vaga.fo.

 

Freistin at søkja starvið

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. september 2024.

 

Lagt út tann
09. sep. 2024
Starv
Reingerð
Starvsheiti
Reingerðarfólk til Miðgarð
Virki
Vága kommuna
Deild
Miðgarður
Umsóknarfreist
23. sep. 2024
Byrjunardagur
01. okt. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor