Námsfrøðingar til vøggustovu og serstovu í Miðgarði
Miðgarður leitar eftir námsfrøðingum, sum veruliga brenna fyri at arbeiða við børnum og at skapa eitt trygt, mennandi og vinarligt umhvørvi. Hevur áhuga fyri náttúruni og hugsar um, hvussu náttúran og nærvera í gerandisdegnum kunnu verða nýttar sum grundarlag fyri spæl, læring og relatiónum. Ynskir at vera við til at menna eitt umhvørvi, har børn trívast, kenna seg vird, fáa møguleika at mennast bæði sosialt, kensluliga og námsfrøðiliga – í einum gerandisdegi merktum av vinsemi og felagsskapi. So er hetta starvið fyri teg!
Vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovu og serstovuna í Miðgarði, at byrja 20 apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.
Starvsøki: Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, eina stovu til 6 ára gomul og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.
Miðgarður er staðsettur í einum vøkrum og livandi náttúruøki, har fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru okkara nærmastu grannar. Hetta gevur okkum serstakliga góðar møguleikar at brúka náttúruna sum ein virknan part av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið.
Um starvið: Sum námsfrøðingur í Miðgarði fært tú møguleikan at arbeiða í einum fakliga sterkum og mennandi umhvørvi. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið støðugt arbeiðir við at menna okkara námsfrøðiligu hugsanir og praksis.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á at skipa dagligdagin soleiðis, at hann rúmar øllum børnum – heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini. Grundarlagi undir okkara arbeiði er okkara virkisætlan, okkara relatiónir, og ein barnafatan, ið setur barnið og familjuna í miðdepilin.
Vit eru partur av 3 ára verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øðrum stovnum og skúlum í Vágum, har vit leggja dent á at brúka nýggjastu vitanina í verki.
Vit vænta, at tú:
Ert útbúgvin námsfrøðingur
Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir
Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
Góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvið millum foreldur, børn og starvsfelagar
Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin
At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:15 til 16:30.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8
Ring til leiðaran Majbritt Poulsen á tlf. 794510, ella vitja okkara heimasíður www.midgardur.fo og www.vaga.fo.
Umsókn
Søk starvið við at klikkja á Søk nú á høgru síðu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 4. mars 2026.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.