fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Smílikulluna

Frítíðarskúlin Smílikullan søkir eftir kreativum eldsálum.

 

Talan er um størv á 20 - 30 tímar, eisini er tað ein møguleiki at fáa fleiri tímar í samstarv við Virkishúsið við Ánna. Arbeiðstíðin er sum oftast í tíðarskeiðinum frá kl. 11-17. Smílikullan er eitt frítíðarskúlatilboð til børn í 1. og 2. flokki.

 

Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í Bygdaskúlanum í Miðvági.

 

Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er at bjóða virksemi, sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, ið er sigandi og ógloymandi.

 

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit barnsins hugflog og tørv. Hetta gera vit við at hava ymisk verkstøð, sum skal hjálpa teimum at fáa teirra hugflog út í verki.

 

Starvið og førleikar:

Sum starvsfólk verður tú partur av einum starvsfólkatoymi, ið skal skipa ein virknan og fjølbroyttan dag í Smílikulluni. Saman við børnunum, er tú við til at menna teirra hugskot og geva teimum íblástur.

 

Tínir eginleikar og tín persónligheit hava líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving. Ymiskar útbúgvingar og royndir kunnu vera viðkomandi.

 

Tað hevur týdning fyri okkum at:

·         Tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnunum

·         Tú ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børn

·         Tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar børnunum til sjálvi at brúka sítt hugflog

·         Tú torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika

 

Vit kunnu bjóða:

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, við møguleika til at ávirka innihaldi í Smílikulluni.

 

Løn og setanartreytir:

Setanarstaðurin er í Vága kommunu og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

 

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

Umsókn og nærri upplýsingar:

Søk starvið við at klikkja á Søk nú knøttin á høgru síðu.

 

Ynskir tú meira kunning um starvið, kann tú seta teg í samband við Dinu Splidt, leiðara á tlf.: +298 79 45 40 ella teldupost dina@vaga.fo

 

Freistin at søkja:

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. juni 2024. Starvið verður sett skjótast, ella eftir nærri avtalu.

Lagt út tann
06. jun. 2024
Starv
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Smílikulluna
Starvsheiti
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Smílikulluna
Virki
Vága kommuna
Deild
Smílikullan
Umsóknarfreist
28. jun. 2024
Byrjunardagur
01. aug. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor