fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Námsfrøðingur til Smílikulluna

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til eitt spennandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett 11. august 2025 ella skjótast møguligt eftir hettan. Møguleiki er fyri færri tímum um vikuna.

 

Um Smílikulluna

Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsið hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í bygdaskúlanum í Miðvági.

 

Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er, at bjóða virksemi sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, og sum er sigandi og ógloymandi.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit verkstaðsarbeiði, og bjóða vit náttúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og eitt uttandura verkstað.

 

Vit vænta

  • At tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum, er kreativ/ur, og torir at hugsa nýtt

  • At tú ert fleksibul, hevur eitt gott hugflog, dugir at hugsa í loysnum og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna

  • At tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar

  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, ið fremja barnsins bestu menning

  • At tú hevur hug og áræði, at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum

  • At tú hevur vitan og/ella áhuga fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar

  • At tú hevur ein burðardyggan og náttúruvinarligan hugburð

  • At tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum námsfrøðiligt amboð

 

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt fakligt mennandi starv á einum stovni í menning, við nýhugsan og nýggjari visjón

  • Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi

  • Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og hava ávirkan, samstundis sum tú mennir teg sjálva/n

  • Eitt starv við ymiskum verkætlanum, ið er í tøttum samstarvi við aðrar myndugleikar á økinum

 

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 11 - kl. 17:00 í Smílikulluni. 

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2- 8.

 

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

 

Umsókn

Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV), barnaváttan og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi fríggjadagi 11.07.2025, við at trýsta á SØK NÚ knappin.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dinu Splidt leiðara, á tlf 794540 ella á við at skriva til dina@vaga.fo.

 

 

 

Lagt út tann
27. jun. 2025
Starv
Námsførðingur til Smílikulluna
Starvsheiti
Námsfrøðingur til Smílikulluna
Virki
Vága kommuna
Deild
Smílikullan
Umsóknarfreist
11. jul. 2025
Byrjunardagur
11. aug. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor