Virkishúsið søkir eftir kreativum eldsálum
Virkishúsið við ánna er eitt livandi, skapandi og fjølbroytt klubhús til børn og ung, ein frístaður við nærverandi og empatiskum vaksnum.
Virkishúsið er opið gerandisdagar/kvøld og leygarkvøld, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum fyri børn og ung. Virkishúsið er fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár.
Virkishúsið søkir eftir kreativum eldsálum. Talan er um tvey størv.
Eitt fast starv frá 1.des. 2026 á 30-35 tímar. Arbeiðstíðirnar liggja bæði um morgunin og seinnapart, harumframt eitt gerandiskvøld um vikuna og eitt leygarkvøld um mánaðin. Arbeiðsætlan verður løgd í samstarvi við starvsfólki.
Eitt tíðaravmarka starv frá 1.des 2026 til 1.des 2027 á 25 tímar. Arbeiðstíðirnar liggja seinnapart, harumframt eitt gerandiskvøld um vikuna og eitt leygarkvøld um mánaðin. Arbeiðsætlan verður løgd í samstarvi við starvsfólki.
Starvið og førleikar:
Sum starvsfólk verður tú partur av virkna og fjølbroytta degnum í Virkishúsinum, saman við børnunum og teimum ungu, tú er við til at menna teirra hugskot og geva teimum íblástur.
Tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving. Tí seta vit ikki krøv til ávísa útbúgving, tí ymiskar útbúgvingar og royndir kunnu vera viðkomandi.
Tað sum hevur týdning fyri okkum er at:
Tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnum og ungum.
Tú ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børn og ung.
Tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar børnum og ungum til sjálvi at brúka sítt hugflog.
Tú torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika.
Vit kunnu bjóða:
Vit bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, við møguleika til at ávirka innihaldi í Virkishúsinum.
Løn og setanartreytir:
Setanarstaðurin er í Vága kommunu og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn og nærri upplýsingar
Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV) og møguligum viðmælum skal sendast við at trýsta á SØK NÚ-knøttin. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20.novembur 2026. Størvini verður sett 1.desembur 2026, ella eftir nærri avtalu.
Ynskir tú meira kunning um størvini, kanst tú seta teg í samband við Margaret L. Kjelnæs, leiðara, á telefon 79 44 61.