fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Tvey starvsfólk til serøkið í Virkishúsinum við Ánna

Virkishúsið við Ánna er eitt livandi, skapandi og fjølbroytt frítíðartilboð fyri børn og ung – ein frístaður, har nærvera, álit og góð sambond eru í miðdeplinum. Við felagsskapi, virksemi og nærverandi vaksnum skapa vit góðar karmar fyri trivnaði, menning og lívsgleði.

 

Hjá okkum er altíð okkurt á skránni. Virkishúsið er opið gerandisdagar, um kvøldið og leygarkvøld, og vit bjóða eina fjølbroytta viftu av verkstovum, tiltøkum og virksemi fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár.

 

Nú søkja vit eftir tveimum starvsfólkum til serøkið í Virkishúsinum. Á serøkinum arbeiða vit við børnum og ungum, sum hava tørv á eyka stuðli og tillagingum. Endamálið er at skapa tryggar og inkluderandi karmar, har børn og ung kunnu vera við í felagsskapinum á egnum fortreytum. Vit taka støði í styrkjunum hjá hvørjum einstøkum og arbeiða fyri, at øll fáa møguleika at luttaka, trívast og mennast.

 

Vit leita eftir fólki, sum hava viðkomandi útbúgving, eru undir útbúgving ella hava áhuga og hug at arbeiða við børnum og ungum, sum hava tørv á eyka stuðli.

 

Talan er um tvey tíðaravmarkað størv á 25–30 tímar um vikuna fram til miðjan juli 2027. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um seinnapartar, kvøld og vikuskifti.

 

Starvið

Sum starvsfólk á serøkinum ert tú ein virkin partur av gerandisdegnum í Virkishúsinum. Tú stuðlar børnum og ungum í at vera við í virkseminum og felagsskapinum og arbeiðir við at skapa tryggar, greiðar og inkluderandi karmar.

 

Tú lagar virksemið eftir ymiskum førleikum, áhugamálum og tørvi og ert við til at finna loysnir, sum gera luttøku møguliga hjá tí einstaka. Tú verður eisini við til at seta tiltøk og virksemi í gongd og stuðla børnunum og teimum ungu í teirra áhugamálum og hugskotum.

 

Tín persónligheit og tínir eginleikar hava stóran týdning. Viðkomandi útbúgving og royndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað avgerandi er, at tú hevur hug og førleikar at arbeiða við børnum og ungum, sum hava tørv á eyka stuðli, og ert sinnað/ur at læra og menna teg í starvinum.

 

Tað hevur týdning fyri okkum, at tú:

  • brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum

  • dugir at skapa tryggleika, álit og góð sambond

  • sært møguleikarnar og styrkirnar hjá hvørjum einstøkum barni

  • hevur tol og dugir at møta børnum og ungum við virðing og umsorgan

  • dugir at laga virksemið, so øll fáa møguleika at vera við

  • hevur hug og førleikar at arbeiða inkluderandi og dugir at laga virksemið, so børn og ung við ymiskum fortreytum kunnu vera virkin í felagsskapinum

  • ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti

  • dugir at taka stig til virksemi og samstundis geva rúm fyri hugskotunum hjá børnunum og teimum ungu

  • torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika

  • dugir at samstarva við starvsfelagar, foreldur og onnur, sum eru um børnini og tey ungu

 

Vit bjóða tær

Vit bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, har eingin dagur er eins. Tú fært møguleika at seta tín dám á innihaldið í Virkishúsinum og vera við til at skapa tryggar og inkluderandi karmar, har børn og ung kunnu luttaka, trívast og mennast á egnum fortreytum.

 

Arbeiðsmentanin í Virkishúsinum er eyðkend av nærveru, opinleika og góðum samstarvi. Vit leggja dent á ein gerandisdag, har starvsfólk taka felags ábyrgd, stuðla hvørjum øðrum og skapa eina arbeiðsgongd, har fakligheit, fleksibilitetur og virðing fyri tí einstaka ganga hond í hond.

 

Tú fært góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga í starvinum. Vit leggja dent á eina lærandi arbeiðsmentan, har tú fært stuðul frá starvsfeløgum og leiðslu, og har vit saman menna okkara arbeiðshættir, so vit kunnu skapa bestu karmarnar fyri børnini og tey ungu.

 

Løn og setanartreytir

Setanarstaðurin er í Vága kommunu, og tann setti má tola, at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.

 

Setanar- og lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

 

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

Umsókn og nærri upplýsingar

Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV) og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi hósdagin 3. september við at trýsta á SØK NÚ-knøttin.

 

Ynskir tú meira kunning um størvini, kanst tú seta teg í samband við Margaret L. Kjelnæs, leiðara, á telefon 79 44 61.

 

Størvini verða sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. 

Lagt út tann
20. aug. 2026
Starv
Tvey starvsfólk til serøkið í Virkishúsinum við Ánna
Starvsheiti
Tvey starvsfólk til serøkið í Virkishúsinum við Ánna
Virki
Vága kommuna
Deild
Virkishús við Ánna
Umsóknarfreist
03. sep. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor