fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Málsviðgerði til tekniskudeild

Vága kommuna søkir eftir sjálvstøðugum og dugnaligum málsviðgera til teknisku deild.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi skrivstovustarv, ið fatar um uppgávur á tekniska økinum, har tú sum málsviðgeri fært møguleika til at seta tín dám á.

 

Høvuðsuppgávur:

·         Byggimálsviðgerð og málsviðgerð annars á teknisku deild

·         Fyrireiking av málum til politiska viðgerð

·         Samskifti við borgarar og myndugleikar

·         Vanligt skrivstovuarbeiði

 

Vit vænta at tú:

·         Er útbúgvin byggifrøðingur, byggitøkningur ella samsvarandi

·         Hevur kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir

·         Er væl fyri í føroyskum í bæði skrift og talu

·         Hevur hollan telduførleika

·         Er vinalig/ur og fyrikomandi

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir frá kommunalari fyrisiting, og kunnleika til 360, ArcGIS og AutoCAD.

 

Løn og setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið ella KAF og Akademikarafelag Føroya.

 

Talan er um eitt farloyvisstarv, fulla tíð, í 1 ár. Tann setti vísir beinleiðis til tekniska leiðaran.

 

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin »Søk nú« í høgra bredda.

 

Umsóknarfreistin er frígjadagin 31. mai 2024 og starvsbyrjan 15. august 2024 ella sambært nærri avtalu.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Jacobsen, tekniskan leiðara á tlf. 794405 ella teldupost rogvi@vaga.fo.

 

Lagt út tann
02. mai 2024
Starv
Málsviðgeri til teknisku deild - farloyvisstarv
Starvsheiti
Málsviðgerði til tekniskudeild
Virki
Vága kommuna
Deild
Fyrisiting
Umsóknarfreist
31. mai 2024
Byrjunardagur
15. aug. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor