fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Námsfrøðingar við hjarta fyri børnum og sernámsfrøði, til serstovuna í Miðgarði

 

Hevur tú útbúgving innan sernámsfrøði ella stóran áhuga fyri sernámsfrøðiliga økinum og ynskir tú at arbeiða í einum fakliga sterkum og tvørfakligum umhvørvi, har tú kanst gera ein veruligan mun?

 

Vit leita eftir tær, sum hevur fakligt hugflog, ert nærverandi í relatiónum og trívist við at arbeiða skipað og málrættað saman við børnum, foreldrum og øðrum fakfólkum.

Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu og veitir sernámsfrøðiliga fakligheit og stuðul til børn við ymiskum tørvi. Hjá okkum verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har fakligheit, reflektión og samstarv eru grundarlagið undir øllum okkara arbeiði.

 

Um starvið

Á serstovuni arbeiða vit út frá tí sannføring, at øll børn hava rætt til eitt mennandi og inkluderandi umhvørvi, har tey verða møtt við virðing, nærveru og fakligari vitan.

Arbeiðið byggir á fakligar metingar, skipaðar virkisætlanir og greið menningarmál fyri einstaka barnið. Vit leggja dent á eina fyribyrgjandi og styrkjandi tilgongd, har relatiónir, strukturur og tætt samstarv eru lykilin til góða menning.

Tú verður partur av einum tvørfakligum samstarvi við leiðslu, foreldur og aðrar fakbólkar, har tit í felag finna bestu loysnirnar fyri einstaka barnið.

 

Vit leggja dent á

  • at byggja sterkar ella tryggar? relatiónir

  • at skapa skipað læringsumhvørvi

  • at arbeiða málrættað við menning hjá einstaka barninum

  • at styrkja samskifti, luttøku, sjálvbjargni og sosialar førleikar

  • at arbeiða fyribyrgjandi og inkluderandi

  • at samstarva tætt við foreldur og tvørfakligar samstarvspartar

 

Faklig menning

Miðgarður er ein lærandi stovnur, har vit støðugt arbeiða við at menna okkara námsfrøðiligu praksis.

Vit leggja stóran dent á fakliga reflektión, sparring og felagsførleikamenning. Tú fært møguleika at verða partur av einum arbeiðsplássi, har vit læra hvør av øðrum, deila vitan og støðugt menna okkara fakligu førleikar.

 

Vit vænta, at tú

  • ert útbúgvin námsfrøðingur

  • hevur áhuga fyri ella royndir innan sernámsfrøðiliga økið

  • dugir at arbeiða skipað við málum, og virkisætlanum

  • ert nærverandi og dugir at skapa tryggar relatiónir

  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

  • megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tvørfakligum samstarvi

  • ynskir at menna teg fakliga og vera við til at menna sernámsfrøðiliga arbeiðið í Vága kommunu

 

Vit bjóða

  • eitt fakliga spennandi og mennandi starv

  • eitt arbeiðspláss við høgum námsfrøðiligum ambitiónum

  • góða innleiðslu og regluliga fakliga sparring

  • tætt tvørfakligt samstarv

  • góðar møguleikar fyri førleikamenning

  • starvsfelagar, sum leggja dent á fakligheit, samstarv og trivnað

 

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7.15 og 16.30. Løn verður veitt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið verður sett frá 10. august 2026 ella eftir nærri avtalu.

 

Vit søkja fyrst og fremst eftir útbúgvnum námsfrøðingi. Um eingin námsfrøðingur søkir, kunnu umsøkjarar við aðrari viðkomandi útbúgving og royndum innan sernámsfrøðiliga økið eisini koma í meting.

 

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Majbritt Poulsen, á tlf. 794510 ella við at vitja www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

 

Umsókn

Søk starvið við at trýsta á "Søk nú-knøttin". Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. juli 2026.

Lagt út tann
24. jun. 2026
Starv
Námsfrøðingar til serstovuna í Miðgarði
Starvsheiti
Námsfrøðingar við hjarta fyri børnum og sernámsfrøði, til serstovuna í Miðgarði
Virki
Vága kommuna
Deild
Miðgarður
Umsóknarfreist
08. jul. 2026
Byrjunardagur
10. aug. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor