fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Vit leita eftir tveimum kreativum eldsálum til Virkishúsið við Ánna

Virkishúsið við Ánna er eitt livandi, skapandi og fjølbroytt klubhús fyri børn og ung – ein frístaður, har nærvera, álit og góð sambond eru í miðdeplinum. Við felagsskapi, virksemi og nærverandi vaksnum arbeiða vit fyribyrgjandi og skapa góðar karmar fyri trivnaði, menning og lívsgleði hjá børnum og ungum.

 

Hjá okkum er altíð okkurt á skránni. Virkishúsið er opið gerandisdagar, um kvøldið og leygarkvøld, og vit bjóða eina fjølbroytta viftu av verkstovum, tiltøkum og aktivitetum fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár.

 

Nú søkja vit eftir tveimum kreativum eldsálum, sum vilja vera við til at skapa eitt stað, har børn og ung trívast, mennast og tora at royna nýggjar leiðir.

 

Talan er um tvey tíðaravmarkað størv á 25–30 tímar um vikuna frá 10. august 2026 til miðjan juli 2027. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um seinnapartar, kvøld og vikuskifti.

 

Starvið

Sum starvsfólk verður tú ein virkin partur av gerandisdegnum í Virkishúsinum. Tú verður saman við børnum og ungum, stuðlar teimum í teirra hugskotum, setur tiltøk og aktivitetir í gongd og ert við til at skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi, har øll kenna seg vælkomin. Við tíni nærveru og teimum relatiónum, tú byggir upp, verður tú eisini ein týðandi partur av tí fyribyrgjandi arbeiðinum hjá Virkishúsinum.

 

Tín persónligheit og tínir eginleikar hava minst líka stóran týdning sum tín møguliga útbúgving. Tí seta vit ikki krøv um eina ávísa útbúgving – ymiskar útbúgvingar og lívsroyndir kunnu vera júst tað, vit leita eftir.

 

Tað hevur týdning fyri okkum, at tú:

  • brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relatiónir og styrkja sjálvsvirðið hjá teimum.

  • ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børn og ung.

  • dugir bæði at seta stuttlig hugskot og aktivitetir í gongd og at eggja børnum og ungum at brúka sítt egna hugflog.

  • tú hevur áhuga fyri fyribyrgjandi arbeiði og ert við til at skapa tryggar relatiónir og góðar felagsskapir fyri børn og ung.

  • torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika.

 

Vit bjóða tær

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, har eingin dagur er eins. Tú fært møguleika at seta tín dám á innihaldið í Virkishúsinum og vera við til at skapa upplivingar og felagsskapir, sum hava týdning fyri børn og ung.

 

Løn og setanartreytir

Setanarstaðurin er í Vága kommunu, og tann setti má tola, at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.

 

Setanar- og lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

 

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

Umsókn og nærri upplýsingar

Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV) og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi mikudagin 8. juli 2026 við at trýsta á SØK NÚ-knøttin.

 

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Margaret L. Kjelnæs, leiðara, á telefon 79 44 61 ella á telduposti margaret@vaga.fo.

 

Starvið verður sett 10. august 2026, ella eftir nærri avtalu.

 

Lagt út tann
24. jun. 2026
Starv
Starvsfólk til Virkishúsið við Ánna
Starvsheiti
Vit leita eftir tveimum kreativum eldsálum til Virkishúsið við Ánna
Virki
Vága kommuna
Deild
Virkishús við Ánna
Umsóknarfreist
08. jul. 2026
Byrjunardagur
10. aug. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor