Starvsfólk við ábyrgd av umhvørvis- og endurvinningsplássinum í Vága kommunu
Vága kommuna søkir eftir einum starvsfólki við ábyrgd av umhvørvis- og endurvinningarplássinum hjá kommununi. Talan er um eitt hálvtíðarstarv.
Umhvørvisplássið hevur ein týdningarmiklan leiklut í arbeiðinum hjá kommununi við skiljing, endurnýtslu og burðardyggari handfaring av burturkasti. Við hesum starvinum verður tú ein partur av arbeiðinum at skapa góðar karmar fyri, at tilfar verður skilt rætt, meira verður endurnýtt, og at kommunan mennir eina burðardyggari loysn til gagns fyri bæði borgarar og umhvørvi.
Starvið fevnir um dagliga raksturin á umhvørvisplássinum og uppgávur knýttar at móttøku, skiljing, endurvinning og røkt av økinum. Talan er um eitt fjølbroytt starv við ábyrgd og beinleiðis sambandi við borgarar og onnur, sum nýta umhvørvisplássið.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir m.a. um at:
taka ímóti borgarum og vegleiða um rættan skilnað av burturkasti
hava eftirlit við økinum og tryggja, at tað er ruddiligt og væl skipað
flyta og handfara ymiskt tilfar og burturkast
syrgja fyri vanligum røktar- og fyrifallandi arbeiði á plássinum
samstarva við IRF og teknisku deildina eftir tørvi
Vit vænta, at tú:
ert røkin og álítandi
hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta við fólk
kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
hevur praktiskan hugburð og ert til reiðar at taka fat
hevur koyrikort (ein fyrimunur)
Royndir innan líknandi arbeiðsøki eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Vit bjóða tær:
eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
eitt arbeiðspláss við góðum samstarvi og nærum sambandi við borgarar
upplæring og innleiðslu í arbeiðsuppgávunum
Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt hálvtíðarstarv sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Setanarstaðurin er Vága kommuna. Tann, sum verður sett/ur, má tola, at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Rógva Jacobsen, tekniska leiðara, á teldupost rogvi@vaga.fo ella telefon 79 44 05.
Soleiðis søkir tú
Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á heimasíðuni hjá Vága kommunu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing og viðmæli.
Freist at søkja
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. juni 2026.
Setanartíð
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.