Námsfrøðingar til Miðgarð
Vit í Miðgarði søkja eftir námsfrøðingum at arbeiða í okkara serstovu, barnagarðsstovum og vøggustovum. Starvið byrjar í august 2026, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30–40 tímar um vikuna. Eisini søkja vit eftir avloysarum at byrja beinavegin.
Um starvið
Miðgarður er ein stovnur í Miðvági við uml. 100 børnum. Vit hava tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur, eina stovu til tey 6 ára gomlu børnini og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.
Í Miðgarði starvast dugnalig og íðin fólk. Vit eru staðsett í náttúruvøkrum umhvørvi við góðum møguleikum fyri útilívi og námsfrøðiligum virksemi í náttúruni.
Miðgarður er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týdningarmikil partur av námsfrøðiliga arbeiðinum. Sum námsfrøðingur ert tú, saman við starvsfeløgum, við til at tryggja, at námsfrøðiligu karmarnir eru góðir, og at børnini fáa ein innihaldsríkan gerandisdag. Spæl, nærvera, útilív og góður trivnaður eru kjarnuvirðir í okkara arbeiði.
Tú sleppur at leggja gerandisdagin til rættis og at fyrireika og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Arbeiðið verður samskipað saman við øðrum námsfrøðingum, hjálparfólkum og leiðaranum. Eisini verður tú við til at menna, endurskoða og seta tín dám á virksemið.
Okkara styrki er, at vit arbeiða væl saman, eru hjálpsom, forvitin og hava tað stuttligt saman.
Vit leggja dent á:
Námsfrøði og dygd
At spælið verður virðismett sum týdningarmesti liður í menning barnsins
Relatiónsarbeiði
Gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar
At tey vaksnu eru kveikjandi og virkin saman við børnunum
Vit vænta, at tú:
Hevur hug og hegni at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag við virðing fyri tí einstaka barninum
Dugir at samstarva og taka ábyrgd, so vit í felag lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar
Ert fyrikomandi og dugir at samskifta virðiliga við foreldur, starvsfelagar og onnur
Løn og setanartreytir:
Løn er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:
Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11–24
Námsfrøðiligir atstøðingur stig 9–14
Hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2–8
Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og viðmæli, um so er.
Umsóknarfreistin er hósdagin 4. juni 2026.
Nærri kunning fæst við at ringja til Majbritt Poulsen, leiðara, á tlf. 794510 ella við at senda teldupost til majbritt@vaga.fo.
Um eingir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.