fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Kvøldskúlaleiðari

Hevur tú brennandi áhuga fyri lívslangari læring, mentan, felagsskapi og integrasjón?
Vága kommuna leitar eftir einum eldhugaðum leiðara, sum vil vera við til at skapa eitt framskygt kvøldskúlatilboð, har trivnaður, fjølbroytni og menning ganga hond í hond. Droymir tú um at seta tíni kreativu og organisatorisku evni í leiklutin sum mentanar- og læringskveikjari? So er hetta starvið hjá tær.

 

Um starvið

Sum kvøldskúlaleiðari fært tú møguleika at mynda og menna eitt fjølbroytt og virkið tilboð til borgarar í øllum aldri í Vága kommunu. Talan er um eitt parttíðarstarv, har tú hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og umsitingini av Vága Kvøldskúla. Sum kvøldskúlaleiðari verður tú høvuðspersónur í einum mentanarligum leiki, har tú skipar og mennir eitt fjølbroytt læringsumhvørvi fyri bæði ung, vaksin og tilflytarar. Kvøldskúlin er ikki bara eitt skeiðstilboð – hann er eitt savningarstað fyri hugflog, førleika og felagsskap.

 

Starvið fevnir um at samskipa og skipa undirvísing, arbeiða við visjónum fyri lívslangari læring og samstarva við lærarar, kommununa og aðrar viðkomandi partar. Kvøldskúlin hevur seinastu árini ment seg úr 13 skeiðum til yvir 40 – men hetta er bert byrjanin. Tú fært ábyrgdina at leggja kvøldskúlaárið til rættis í tveimum umførum, skipa fyri framsýningum og menna samstarv.

 

Tú fert at hava møguleikan at menna eitt nútímans kvøldskúlatilboð – við framsýningum, talgildum skipanum, øktum virksemi og betri atkomu fyri øll – har eisini tilflytarar og undirumboðaðir bólkar fáa ein týðandi leiklut.

 

Høvuðsuppgávur

  • Menna og skipa eitt fjølbroytt og viðkomandi frálærutilboð innan ymsar lærugreinar og aldursbólkar

  • Leiða og samskipa arbeiðið hjá lærarum og tryggja eitt gott og virðiligt samstarv

  • Samskifta við kommunalu umsitingina og aðrar myndugleikar

  • Tryggja, at tilboð kvøldskúlans eru væl marknaðarførd og atkomulig fyri borgararnar

  • Standa fyri dagligari umsiting, skráseting, fíggjarætlan og øðrum fyrisitingarligum viðurskiftum

 

Vit vænta, at tú:

  • Hevur læraraútbúgving ella samsvarandi útbúgving

  • Hevur evni at hugsa nýhugsandi og kreativt í sambandi við útbúgving og menning

  • Dugir væl at samskifta og samstarva við ymisk fólk og fakbólkar

  • Hevur áræði og sjálvstøðugt arbeiðslag, men eisini góð evni at arbeiða í toymi

  • Hevur áhuga og eldhuga fyri lívlangari læring og menning í nærumhvørvinum

 

Vit bjóða:

  • Eit sjálvstøðugt og týdningarmikið starv við møguleika at seta dám á menningina av kvøldskúlanum

  • Fleksibla arbeiðstíð og góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning

  • Ein týðandi leiklut í arbeiðinum at styrkja lívslanga læring og mentanarligt tilboð í Vága kommunu

 

Setanarviðurskifti

Starvsbyrja er 1. august ella skjótast gjørligt. Talan er um starvsbrøk 0,4 og verður lønt sambært 5. lønarflokki fyri kvøldskúlaleiðarar í sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

 

Umsóknarfreist

Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV) og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi mikudagin 18. juni 2025, við at trýsta á SØK NÚ knappin.

 

Meira at vita?

Spurningar um starvið kunnu setast til Dortheu Højgaard Dam, trivnaðarleiðara, á tlf. 79 44 45 ella við telduposti til dorthead@vaga.fo

 

 

 

 

Lagt út tann
28. mai 2025
Starv
Kvøldskúlaleiðari
Starvsheiti
Kvøldskúlaleiðari
Virki
Vága kommuna
Deild
Trivnar deild
Umsóknarfreist
18. jun. 2025
Byrjunardagur
01. aug. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor