Námsfrøðingar til serstovuna í Miðgarði
Miðgarður liggur mitt í Miðvági, tætt við fjall, fjøru, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er ein natúrligur partur av dagligdegnum. Í Miðgarði ganga 108 børn. Her eru 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, ein stova til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.
Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, sum gevur møguleika at veita ta bestu tænastuna til familjurnar.
Starvið
Vága kommuna søkir eftir tveimum námsfrøðingum til serstovuna í Miðgarði, at byrja 14. apríl ella eftir nærri avtalu.
Norðurstova er serstovan í Miðgarði og fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Í Norðurstovu starvast í løtuni ein námsfrøðingur, ein námsfrøði lesandi og tvey hjálparfólk. Børnini í Norðurstovu eru eisini partur av sínum barnagarðsstovum, og vit samstarva tætt við stovurnar.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at hvørt barnið hevur eina virkisætlan, sum lýsir námsfrøðiliga tilgongdina. Vit tillaga skipanina soleiðis, at hon rúmar øllum børnum heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni. Vit hava regluligar rammufundir og samstarva tætt við stovurnar, har børnini ganga. Arbeitt verður m.a. við Low Arousal, Boardmaker, Teknmál til talu og inklusión.
Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støði í okkara virðisprofili og barnasýni. Vit eru partur av verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við stovnum og skúlum innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.
Fakliga støðið er høgt, og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning. Vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.
Vit vilja verða ein grønur stovnur og hava eitt endurnýtsluverkstað. Í 2023 vunnu vit heiðurin Hugla sum ársins grøni stovnur. Í apríl 2024 vóru vit námsferð í Oslo, har vit høvdu ráðleggingardag um “Rummet som tredje pedagog” og vitjaðu dagstovnar, sum arbeiða við Reggio Emilia-hugsjónini.
Les meira um okkara arbeiðshættir og mentorskipan á www.midgardur.fo.
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin námsfrøðingur
- Ert nærverandi og dugir at skapa relatiónir
- Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- Ynskir at menna teg fakliga og stovnin
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Vilt arbeiða við inklusión og arbeiðshættunum, ið Norðurstova brúkar
Setanarviðurskifti
- Arbeiðstíð: Kl. 7:00–17:00.
- Løn: Sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
- Lønarstig: Námsfrøðingar 11–24, hjálparfólk 2–8.
Sí meira á www.midgardur.fo og www.vaga.fo.
Soleiðis søkir tú
Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møgulig viðmæli. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. mars 2025.
Meira kunning
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Majbritt Poulsen, leiðara, á telefon +298 79 45 10 ella teldupost majbritt@vaga.fo.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.