Køksfólk til Sóljugarð
Søkt verður eftir fólki til at matgera í Sóljugarði, at byrja 1. oktober 2024 til 1. januar 2026. Talan er um eitt barsilsstarv á 25 tímar um vikuna.
Um okkum
Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu, sum liggur í Sandavági. Í Sóljugarði ganga í løtuni 74 børn.
Arbeiðsuppgávur:
Matgera millummála til børnini, mánadag til fríggjadag
Matgera miðmála, breyð við viðskera, eina ferð um vikuna
Standa fyri innkeypi av mati
Halda køkin reinan og ruddiligan v.m
Matgera við serlig høvir s.s starvsfólkafund vm.
Vit vænta av tær, at tú:
Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt
Setir teg inn í okkara kostpolitikk og arbeiðir út frá hesum
Fleksibul og tolir broytingar
Røkin og vísir arbeiðssemi
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Søk starvið við at kliggja á SØK NÚ knappin á høgru síðu viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum. Umsóknarfreistin er mánadagin 23. september 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jana Egholm, leiðara, á tlf. 794456.