fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Endurlýsing eftir námsfrøðingum til Miðgarð

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum. Vit søkja eftir námsfrøðingum og avloysarum til barnagarð og námsfrøðingi til serstovu.

 

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.

 

Vit vænta, at tú:

 

·         Ert útbúgvin námsfrøðingur

·         Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir

·         Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag

·         Góð samstarvs- og samskiftisevnir 

·         Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin

·         At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

 

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

 

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8.

 

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

 

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Majbritt Poulsen, leiðara á tlf. 794510 ella við teldupost til majbritt@vaga.fo.

 

Søk starvið við at klikkja á Søk nú knøttin á høgru síðu. Umsóknarfreistin er mánadagin 9. september 2024. Miðað verður eftir, at seta størvini skjótast gjørligt.

 

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

 

Um Miðgarð

Miðgarður liggur mitt í Miðvági, tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum. Í Miðgarði ganga 122 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, ein stovu til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

 

Vága kommuna hevur avgjørt, at menna eitt dygdargott barnagarðstilboð í kommununi. Málið er, at menna og samskipa eitt dygdargott, lærandi umhvørvi í Miðgarði, og tryggja at tænastur og mannagongdir støðugt dagførast, mennast og verða samskift hóskandi í stovninum.

 

Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa einsamallur, men verður stuðlaður og vegleiddur í tínum arbeiði og fakpersónligu menning.

 

Í Miðgarði síggja vit tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í virðisprofilinum og barnaáskoðanini hjá Miðgarði. Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu. Hetta og okkara arbeiðshættir ber til at lesa meira um á okkara heimasíðu www.midgardur.fo.  

 

Okkara ynski er at vera ein burðardyggur dagstovnur, ið virðismetir náttúrunnar ringrás. Ynskir tú at verða partur av hesum spennandi arbeiðsplássi, er bara at søkja. Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.

 

Lagt út tann
26. aug. 2024
Starv
Námsfrøðing
Starvsheiti
Endurlýsing eftir námsfrøðingum til Miðgarð
Virki
Vága kommuna
Deild
Miðgarður
Umsóknarfreist
09. sep. 2024
Byrjunardagur
16. sep. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor